Mál í veðurlagspolitikkinum um niðurskurð í útlátinum frá upphiting:
Í 2020 er nýtslan av olju til upphiting farin niður í eina helvt við at seta í verk tiltøk at minka um orkunýtsluna og at nýta nýggja, orkueffektiva og umhvørvisvinaliga tøkni. |
Fyri at gera upp gongdina at røkka málinum um at minka nýtslu av olju til upphiting, verður hugt at oljunýtsluni hjá húsarhaldum og hjá handlum og stovnum , ið ikki brúka olju til annað enn upphiting.
Myndin vísir, hvussu útlátið av vakstrarhúsgassi frá húsarhaldum, handlum og stovnum er broytt í prosentum frá 2005 og fram til seinastu uppgerð. Gongdin í útlátinum av vakstrarhúsgassi fylgir neyvt oljunýtsluni til upphiting.
Mynd Gongdin í samlað útlátinum av vakstrarhúsgassi frá húsarhaldum, handlum og stovnum árini frá 2005 og fram til seinatu uppgerð, roknað sum munur í prosentum í mun til útlátið í 2005. Reyða punkteraða linjan niðast vísir málið, sum er 50 % undir útlátið í 2005.
Í 2020 var útlátið 12 % undir útlátinum í støðisárinum 2005.
Les meira um útlát av vakstrarhúsgassi her.
Ynskir tú fleiri upplýsingar, so ring 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.